Petur er á beinkinum

Tórður Thomsen er ikki á listanum hjá NSÍ, og 07 Vestur liðformaðurin er á beinkinum

Silas Eyðsteinsson, málverjin hjá 07 Vestur, er liðformaður ímóti NSÍ. Fyrsta bríksl á Dungasandi verður klokkan 15

Tórður Thomsen er ikki í málinum hjá NSÍ í Sørvági, og hann er heldur ikki á listanum. Tá ið hann eftir tíggju minuttir noyddist skaddur av vøllinum í landsdystinum ímóti Liktinstein, var tað gamal meniskskaði í knænum, ið gjørdi um seg. Nú er tað greitt, at Tórður verður ikki við aftur fyrr enn eftir summarsteðgin.

 

Dánial Danielsen verjir NSÍ málið. Hann er yngri beiggi Martin Danielsen, sum nógvu tær seinastu ferðirnar hevur vart ÍF málið, og sum nú aftur fer at spæla hondbólt við strandingum. Dysturin í Sørvági, har fyrsta bríksl verður klokkan 15, er tann síðsti hjá Peturi Knudsen í hesum umfari fyri barndómsfelagið, áðrenn hann nú flytur til Danmarkar at spæla fótbólt. Aftur og aftur hevur verið sagt, at hann fer at umboða Lyndby.

 

Merkisvert er tað, at NSÍ venjarin Allan K. Jepsen ikki hevur Petur Knudsen millum teir fyrstu ellivu ídag. Hann er á NSÍ beinkinum saman við eitt nú Jóhan Troest Davidsen, sum spældi á næstbesta liðnum fyrr í vikuni. Hann hevur annars leingi verið skaddur.

 

Hjá 07 Vestur er liðformaðurin Martin Tausen so mikið darvaður av skaða, at hann er á beinkinum. Stinni málverjin Silas Eyðsteinsson er liðformaður ídag. Allir teir fimm útlendsku spælararnir eru millum teir fyrstu ellivu.

 

 

 

07 Vestur – NSÍ kl. 15.00

 

Dómari: Petur Reinert

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Sølvi Egilsson, Dann Fróðason, Kevin Michael Jablinski, Dánjal Pauli Lervig – Martin Heilberg Petterson, Marius Hagen, Høgni Egilstoft Nielsen , Teitur Olsen – Zoran Vujovic, Predrag Jeremic

 

NSÍ: Dánial Danielsen – Pætur Hentze, Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Betuel Hansen, Tróndur Jensen, Jacob Trenskov – Mikkel Elbæk Jakobsen, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen

 

Silas Eyðsteinsson, málverjin hjá 07 Vestur, er liðformaður ímóti NSÍ. Fyrsta bríksl á Dungasandi verður klokkan 15