Leygardagin 12. mars varð finalan fyri pør í bridge leikt í Bridgehúsinum í Havn.
Kappingin varð skipað sum ein barometur-kapping, soleiðis at ein kundi fylgja við eftir hvørt umfar, hvussu tað gekst. Spæld vóru 76 spøl, ið tilsamans tóku áleið 12 tímar at avgreiða.
Jógvan Juul Rasmussen og Jóna Gruntveit gjørdu eitt megnararbeiði at fáa kappingina at ganga so væl sum gjørligt, og eiga tey stórt rós fyri hetta.
Kappingin var mett at vera ein tann javnasta í nógv ár, og eisini var mett, at fleiri pør høvdu møguleika at vinna. Kappingin gjørdist eisini sera spennandi, og vinnarin var ikki funnin, tá ið síðsta umfar byrjaði. Fleiri pør skiftust um leiðsluna. Heðin og Jóannes Mouritsen vóru í toppinum allatíðina, og vóru tað kanska tey flestu, ið væntaðu, at teir fóru at vinna kappingina. Men Petur Anfinn Johannesen og Eilif Petersen, ið eisini lógu heilt frammi, vildu tað øðrvísi. Við røttum stríðsanda og góðum spæli, eydnaðist tað teimum í síðsta umfarinum at koma upp á fyrsta plássið og vinna FM- heitið fyri pør 2005, beint framman fyri Marner Joensen og Árna Dam, ið hegnisliga høvdu klatrað heilt upp í toppin.
Spæl
5
32
N/NS
T6
5432
EKT94
D987
EKT5
8
B542
EDB87
K96
B87
63
B64
EKD973
T
D52
Hendan 4 sparin vóru tað ikki fleiri pør, ið funnu. Her síggja vit hvussu Bogi Simonsen og Símin Lassaberg meldaðu 4 spar móti Oddmar Danielsen og Einar Ellingsgaard.
N - E - S - V
P p 1hj 2rút
2hj Dbl1) p 2sp
p 4sp a.p
1) Lovar 4 lit í spar og fit til rútara.
FM MIX-PØR
Leygardagin 2. apríl verður árliga FM-Mix Pør leikt í Bridgehúsinum í Havn. Kappingin byrjar kl: 10, spæld verða umleið 40 spøl, ið verða uppgjørd við barometur, soleiðis at ein kann fylgja við, hvussu tað gongur eftir hvørt umfar. Tað eru teir báðir, Rói á Rógvu Joensen og Heðin Mouritsen, ið skipa fyri kappingini.










