Føroyska songkvinnan Petsi Tvørfoss kemur í næstum til Føroya at hava konsertir við sínum danska bólki
Í døgunum frá 8. til 11. februar fáa føroyingar høvi at hoyra føroysku songkvinnuna Petsi Tvørfoss saman við Sofie Hejslet og bólkinum Homeland spæla tríggjar konsertir ? tær verða í Atlantis í Klaksvík, í Losjuni í Gøtu og í Norðurlandahúsinum.
Bólkurin Homeland stendur fyrst og fremst Sofia Hejslet, klaver, og Petsi Tvørfoss, sang. Tær báðar hittust á Jysk Musikkonservatorium í 2004, har tær spældu eitt sindur saman. Seinni byrjaðu tær at skriva og komponera saman og hava gjørt tad síðani.
Í 2006 samlaðu tær fýra tónleikarar afturat, sum saman við teimum skuldu framføra teirra tónleik. Saman við hesum fýra hava Sofia og Petsi funnið ljóðið hjá Homeland, sum verður mett sum positivt pop/soul.
Íblásturin kemur serliga frá rútmisku bakgrundini hjá Sofiu og føroysku bakgrundini hjá Petsi.