Petsi til Føroya at syngja

Petsi Tvørfoss fer 17. apríl at hava sína fyrstu veruligu konsert í Føroyum nakrantíð. Songkvinnan úr Gøtu, sum hevur búð í Danmark nógvu seinnu árini, var við í danska Grand Prixnum fyrr í ár, og nú skal hon so syngja fyri føroyingum.

? Eg gleði meg ótrúliga nógv til at koma heim at syngja. Hetta verður fyrstu ferð, at eg veruliga hava eina konsert í mínum egna navni, sigur Petsi.
Hon fer at syngja coverløg, sum hon hevur sungið nógv seinastu árini. Hesar sangir hevur hon roynt at gjørt til sínar egnu.
Saman við Petsi koma fýra danskir tónleikarar til Føroya at spæla saman við henni. Hetta eru tónleikarar, sum hon vanliga spælir saman við.