Petsi syngur í Føroyum

Hetta vikuskifti fáa føroyingar høvi at hoyra føroysku Tvørfoss saman við Sofie Hejslet og bólkinum Homeland spæla tríggjar konsertir kring landið Bólkurin Homeland er fyrst og fremmst í Sofia Hejslet, klaver og Petsi Tvørfoss, sang. Tær báðar hittust á Jysk Musikkonservatorium í 2004, har tær spældu eitt sindur saman. Seinni byrjaðu tær at skriva og komponera saman og hava gjørt tað síðani.

 

Í 2006 samlaðu tær fýra tónleikarar afturat, sum saman við teimum skuldu framføra teirra tónleik. Saman við hesum fýra hava Sofia og Petsi funnið ljóðið av Homeland, sum verður beskrivað sum positivt pop/soul. Inspiratiónin kemur fyrst og fremst frá rútmisku bakgrundini hjá Sofiu og føroysku bakgrundini hjá Petsi.

 

Homeland hevur havt fleiri konsertir í Danmark og tey gleða seg til at spæla tríggjar konsertir í Føroyum.

 

Konsertskráin sær soleiðis út:

Atlantis í Klaksvík, fríggjakvøldið kl. 21

Losjuni í Gøtu, leygarkvøldið kl. 21

Klingruni í Norðurlandahúsinum,sunnudagin kl. 16.

 

Um tú vilt vita meira um Homeland kanst tú fara inn á www.myspace.com/homelandspace og hoyra tónleik og lesa meira.