Petsi og Kim við jólakonsert

Nú verður aftur møguleiki at hoyra songkvinnuna Petsi Tvørfoss í Føroyum. Sunnukvøldið fara hon og Kim Hansen at framføra gomul og nýggj jólaløg í Kirkjuni í Gøtu.

 

Aftrat teimum báðum verður eisini Ungdómskórið hjá Tórshavnar Musikskúla at hoyra.

 

Konsertin verður í Gøtu Kirkju sunnukvøldið klokkan átta.