Fríggjadagin varð móttøka á Sandi í samband við leiðaraskifti í barnagarðinum á Sandi.
Laila Marston Petersen, sum hevur verið leiðari í barnagarðinum í 10 ár, hevur sagt seg úr starvi í samband við, at hon ætlar sær
undir víðari lestur.
Petrina Nolsøe tekur við leiðarastarvinum í komandi viku. Hon hevur áður verið virkandi leiðari í barnagarðinum á Sandi í eitt ár 2007-08.
Barnagarðurin á Sandi hevur, síðani hann varð settur á stovn, hildið til í ymsum hølum runt í Sandsbygd, men um knappan mánað tekur Sands kommuna í brúk nýggja barnagarðin. Tá verður alt barnagarðvirksemið í kommununi savnað á einum stað, undantikið frítíðarskúlin, ið húsast í øðrum hølum.
Myndin er frá vinstru: Laila Marston Petersen, Brandur Sandoy, borgarstjóri, Petrina Nolsøe.