Petrina Dam 70 ár

Mikudagin 22. oktober fyllir Petrina Dam 70 ár.

Petrina er dóttir Katrinu, f. Joensen, og Carl Reynheim, úti á Reyni.
15. juni 1955 giftist hon við Frank Dam, tey eiga seks børn, fimtan ommu- og abbabørn, og tvey langommu- og langabbabørn, øll búsitandi í Havn.
Petrinu hevur gjøgnum árini starvast sum reingerðingsfólk, m.a. í Havnar Kirkju í 17 ár, í býráðssalinum í 20 ár og í Tórshavnar Kommunuskúla í 38 ár, har hon framvegis er.
Góða mamma, tú sum ert miðpunktið í familjuni, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum og mong góð ár framyvir.

Børnini