Petra J. Joensen, stjóri á Almannastovuni: - Hava ikki heimild at hjálpa, tá umsøkjarin ikki lýkur treytirnar

Petra J. Joensen sigur, at tað skal nógv til, áðrenn ein persónur, sum ynskir at verða heima hjá sjúkum barni ella hjúnarfelaga kann koma undir dagpeningalógina

- Fyrst skal tað staðfestast, at talan er um álvarsliga sjúku. Og dagpeningalógin tulkar álvarsliga sjúku, at tað so stendst heilsu- ella lívsvandi av sjúkuni. Og haraftur at skal tað so ein læknaváttan til har tað stendur, at tað er alneyðugt at sjúklingurin fær hjálp, greiðir Petra J. Joensen frá og hon leggur aftur at, at ein so kann siga, at handan paragrafin, sum sigur hatta, er sera smøl. Og tí skal tað so nógv til, áðrenn fólk kunnu metast at koma inn undir hana.
- Og vit kunnu ikki veita almannahjálp, tá ein persónur ikki lýkur krøvini, tí vit ikki hava heimild til tess, sigur Petra.
Hon sigur eisini, at tað eru mong, sum hava tørv fyri at verða heima hjá teirra sjúka barni, men um ikki talan er um tey viðurskiftini, sum verða nevnd í § 3, so koma hesi fólk stutt sagt ikki undir dagpeningalógina, og verða tá víst til forsorgarhjálp. Og forsorg verður veitt eftir tørvi. Tað vil siga, at hvørt einstakt mál verður tikið upp og so verður tað mett um, hvør tørvurin er fyri forsorgarhjálp.
Í greinini í blaðnum í gjár, vístu hjúnini Klein á, at tey hildu tað verða ov nógv at bjóða einum vini ella limi í familjuni at verað noydd/ur at vera hjá Eriki hvønn dag í tveir mánaðar.
Spurd um ikki, tað so átti at verið ein uppgáva hjá Almannastovuni at veitt foreldrum, sum koma í somu støðu, sum hjúnini Klein av Kambsdali, ein stuðul til tílíkt ella fyri tað minsta peningin til at rinda fyri ein stuðul, sigur Petra, at tað kann hon ikki úttala seg um á standandi fót, tí hon ikki hevur nóg gott innlit í tað málið.
- Okkara arbeiði er at umsita lógina og avgera um ein umsøkjari kemur inn undir dagpeningarlógina ella ikki. Tá avgerð er tikin um, at ein persónur ikki kemur undir dagpeningalógina, so royna við altíð at boða frá hesum á ein góðan hátt, sigur Petra J. Joensen, stjóri á Almannastovuni og leggur at enda enn einaferð dent á, at hóast tað generelt er best, at onkur er heima hjá einum sjúkum barni, so umfatast tey ikki av dagpeningalógini.