Petra: Dráttur hevði takið á Mjølnir í dag

(Rás2) Hoyr Petru S. Hansen hjá Drátti taka samanum 3-1 hálvfinalusigurin ímóti Mjølnir í KÍ-høllini

Tað verða Dráttur og Fleyr sum møtast í steypafinaluni hjá kvinnum í flogbólti í høllini á Hálsi. Finalan verður leikt leygardagin 24. februar.

 

Dráttur vann 3-1 á Mjølnir í hálvfinaluni, sum var leikt í KÍ-høllini. Settmunurin var 25-21, 25-17, 19-25 og 25-16.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi við Petru Sunadóttir Hansen hjá Drátti aftaná dystin.

 

Petra Sunadóttir Hansen heldur, at burtursæð frá triðja setti so hevði Dráttur takið á Mjølnir í dag.

 

Petra heldur, at Dráttur hevði eitt ótrúliga gott servutrýst, og tað var eisini avgerandi fyri, at Dráttur fór við sigrinum í dag.

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Ásu Frederiksberg hjá Mjølnir aftaná dystin hoyrist HER

 

Frásøgnin hjá Óla G. Samuelsen av teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum, og samanumtøkan hjá Kristiani Mikkelsen, viðmerkjara hoyrist HER