Norðoyastevnan
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Hóast skjøtil er settur á Norðoyastevnuna, so er tað ikki hendan, ið prátið snýr seg um í Klaksvík hesar dagarnar.
Fólk hava heldur hug til at práta um veðrið, og hvør roynir eftir sínum førimuni at vissa hvør annan um, at vit fara at fáa gott veður teir komandi veitsludagarnar
Onkur sólglotti
Sum vera man, hevur veðrið stóran týdning fyri, hvussu væl eydnað, ein stevna verður.
Men sambært Peter Skjeel, veðurfrøðingi á Sosialinum, so nýtist norðingum ikki at stúra so nógv fyri veðrinum hesa Norðoyastevnuna.
Peter hevur kagað sær í veðurkortini, og eru útlitini fyri hamuligum veðrið avgjørt til staðar.
Leygardagin kunnu klaksvíkingar tó vænta sær eitt sindur av regni fyrrapartin, men út á seinnapartin skuldi verði betri.
Tá kemur hann av útsynningi, og er hetta ein góð ætt í Klaksvík.
Hitin kemur at liggja um 10 til 13 hitastig, og sólin verður væntandi eisini at síggja.
Sunnudagin turt
Sunnudagin liggur ættin mest umkring sunnan, og verður veðrið tá hampuliga turt við onkrum sólglottum.
Hitin verður tann sami, men seinni um kvøldið kunnu klaksvíkingar tó vænta sær nakrar dropar at falla frá himni.
- Men hóast tað, so kunnu vit vænta okkum hampuligt Norðoyastevnuveður, heldur Peter Skjeel.
Hann leggur eisini afturat, at ymiskt er, hvussu veðrið plagar at hætta sær á Norðoyastevnu.
Onkuntíð hevur verið heilt gott veður, meðan veðrið aðrar tíðir hevur verið stak vánaligt.
- Hetta kemst av, at Norðoyastevnan liggur so tíðliga á árinum, og tá kann veðrið verða rættiliga skiftandi, greiðir hann frá.