Hann er føddur í 1952, spælir bæði guitar, bass, harmoniku, klaver og syngur. Hann er pápi og abbi, hann er rithøvundur og hann er tónleikari. Ein tónleikari, ið hevur stovnað og er forsangari í kenda danska bólkinum Gnags.
Hann stovnaði Gnags saman við beiggja sínum longu í 1966 og teir hava útgivið 21 plátur, spælt óteljandi konsertir, vunnið virðislønir og útgivið løg, ið fólk hava tikið til sín sum fólkaogn, so hetta eru av sonnum royndir harrar.
Peter hevur eisini útgivið solo-útgávur og er javnan á konsertferð. Nú kemur hann til Havnar og gleða vit okkum til vónandi at hoyra kendu løgini ‘Vilde Kaniner’, ‘Når jeg bliver gammel’ og ‘Mr. Swing King’.
Tryggið tykkum atgongumerki á www.ebillett.fo, í effo støðunum kring landið og í marknaðardeildini í sms. Í fjør var útselt og tað vænta vit aftur í ár.