PET hjálpti CIA at beina fyri leiðara í al-Qaeda

Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, hjálpti í fjør amerikonsku fregnartænastuni CIA at finna ein av leiðarunum í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda, so amerikanararnir kundu senda eitt ómannað flogfar at gera av við hann. Tað skrivar Jyllands-Posturin í dag.

Morten Storm (myndin), sum var agentur hjá PET, sigur við blaðið, at CIA og PET høvdu lagt eina ætlan um at beina fyri Anwar al-Awlaki. Tað eydnaðist at finna mannin einastaðni í Jemen, og tann 30. september í fjør doyði hann undir einum álopi hjá einum ómannaðum amerikonskum flogfari.

-Eg kundi hjálpa CIA og PET at finna Anwar, so amerikanararnir kundu senda eitt ómannað flogfar eftir honum. Tað var ætlanin, sum CIA og PET høvdu lagt, sigur Morten Storm við Jyllands-Postin.

Jakob Scharf, stjóri í PET, sigur í einum skrivi til danska kringvarpið, at PET var ikki við í tí hernaðarliga átakinum, sum endaði við, at al-Awlaki bleiv dripin í Jemen. Hann vil hinvegin ikki gera viðmerkinginar til orðini hjá Morten Storm um, at tann danska tænastan var virkin í arbeiðinum at finna al-Awalaki.