Fregnartænastan hjá donsku løgregluni tók í gjárkvøldið tveir somaliskar brøður, sum eru 18 og 23 ára gamlir. Annar varð tikin heima við hús í Århus, og hin bleiv tikin, tá hann kom við einum flogfari til Kastrup. Báðir eru danskir ríkisborgarar.
PET sigur, at teir báðir eru undir illgruna fyri at hava verið í ferð við at fyrireika eina yvirgangsatsókn. Sagt verður, at annar av brøðrunum hevur verið í venjingarlegu í Somalia við tí fyri eygað at fremja yvirgang.
Í dag koma brøðurnir til grundlógaravhoyring í rættinum í Århus.
PET sigur seg hava forðað fyri einari yvirgangsatsókn við at avdúka ætlanina hjá brøðrunum og at handtaka teir.