Persson fekk ein smakk av føroyskum fiski

Nógv varð gjørt burtur úr framsýningini av føroyskum fiskavørum, tá ið Gøran Persson vitjaði á Kósini í Klaksvík

Fríggjakvøldið vitjaði Gøran Persson á Kósini í Klaksvík, og har varð hann vístur runt á einari flottari framsýning av føroyskum fiskavørum.
JFK, Kósin, Norfra og Tavan vístu sínar vørur fram, og har vóru allar hugsandi fiskavørur sýndar fram  alt frá saltfiski, flaki og heilum toski til rogn og gullaks.
Svenski forsætisráðharrin var sera áhugaður í framsýningini, og eftir at hann hevði sæð allar vørurnar í livandi líki, fekk hann eisini eina framløgu um føroysku fiskavørurnar.
Vitjanin á Kósini vísti, at føroyingar duga væl at fáa burtur úr fiski og at gera vørurnar innbjóðandi og fjølbroyttar.