Persónsmál

Aðalstjórin í Almanna- og Heilsumálastýrinum heldur málið um uppsøgnina av Jákupi Mørkøre vera eitt persónsmál

Fyrrverandi sjúkrahússtjórin og núverandi aðalstóri fyri Almanna- og Heilsumálastýrið, Høgni Joensen, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið um uppsøgnina av Jákupi Mørkøre, sjúkrahúsleiðara.

Hann heldur, at talan er um eitt persónsmál, og tí er skeivt at fara út í fjølmiðlarnar við viðmerkingum til málið.

Høgni Joensen hevur sjálvur havt ein stóran leiklut í rokinum um Landssjúkrahúsið. Hann hevur nevniliga, sum aðalstjóri fyri Almanna- og Heilsumálastýrið, verið samskftismiðil millum sjúkrahúsleiðaran og landsstýriskvinnuna. Hetta síggja vit í skjølum, Jákup Mørkøre hevur skrivað, ið viðgera samskifið um sparingarnar og uppsagnir á Landssjúkrahúsinum

Jákup Mørkøre slær fast, at hann fleiri ferðir kunnaði aðalstjóran um avleiðingarnar av kravdu sparingunum somuleiðis, sum hann bað um at sleppa at kunna landsstýriskvinnuna um tað sama. Men sambært skjølunum frá Jákupi Mørkøre var svarið frá Høgna Joensen, at landsstýriskvinnan var fult kunnað, og tí nýttist sjúkrahúsleiðarin ikki á fund við landsstýriskvinnuna.

Men Helena Dam á Neystabø hevur í fjølmiðlunum fleiri ferðir seinastu dagarnar meldað út, at hon einki visti um 27 uppsagnir á Landssjúkrahúsinum. Tískil eru ábendingar um, at aðalstjórin, Høgni Joensen, ikki hevur kunnað landsstýriskvinnuna, hóast hann vissaði Jákupi Mørkøre um hetta.

Um hetta er rætt ella ikki, vil Høgni Joensen heldur ikki gera viðmerkingar til.

Aðalstjórin í Almanna- og Heilsumálastýrinum hevur fyrr siti í líknandi sessi, sum Jákup Mørkøre, tá hann í trongu tíðunum var stjóri fyri øll trý sjúkrahúsini, og sum Sosialurin skilir, metir hann tað ikki sum nakra lætta uppgávu at reka Landssjúkrahúsið.