Persónligt met í spjótkasti

27. juli var eisini kappast í spjótkasti

Hjá kvinnunum vóru tað Meifríð Hansen og Randi Kúrberg sum kappaðust. Hóast Randi hevur fokuserað uppá hamarkast í ár, var hon favorittur at vinna meistaraheitið. Hon endaði eisini við at vinna tað trygt við 31,20 metrum. Meifríð setti persónligt met tá hon kastaði spjótið 26,08 m. Hjá monnum vóru tað Aksel Poulsen og Heri Ziska sum royndu seg. Aksel kom skjótt útum 40 mertrar og á slíkum longdum hevur Heri møguleika. Aksel endaði við at vinna við 41,45 metrum, sum er eitt sera gott úrslit hjá einum sum ikki hevur roynt seg áður, meðan Heri endaði á 28,06 m.