Føroyska fótbóltslandsliðið riggar til at fara úr Kiev og aftur til Føroya, har flestu spælararnir sunnudagin fara at taka lut í næstsíðsta umfarinum í Formuladeildini.
Ein landsdystur er eftir í ár. Føroyar skulu spæla í Italia 21. november.
Í kvøld taptu Føroyar 5-0 í Kiev ímóti Ukreina. Harvið hava Føroyar á útivølli í hesi kappingini tapt 3-1 í Georgia, 6-0 í Skotlandi, 5-0 í Fraklandi og hesa ferð 5-0 í Ukreina.
Hóast stóra tapið í kvøld, so var hugburðurin betri, enn hann var leygardagin á heimavølli ímóti Fraklandi.
Eftir 40 minuttir við góðum verjuspæli kostaðu persónlig mistøk síðstu fimm minuttirnar av 1. hálvleiki trý mál.
Føroyar: Jákup Mikkelsen - Jóhan Troest Davidsen, Óli Hansen, Jón Rói Jacobsen, Einar Hansen - Símun Samuelsen, Atli Danielsen, Mikkjal Thomassen (Tem Hansen, 8.), Christian Høgni Jacobsen (Hanus Thorleifsson, 90.) - Christian Lamhauge Holst (Andrew av Fløtum, 77.), Rógvi Jacobsen.