Hetta vikuskiftið eru Signhild Joensen og Rókur Trygvason, bæði úr Ægir, í Italia og luttaka á altjóða stevnuni, Trofeo Città di Milano. Tey eru í Milano saman við venjarnum Juan Jaime Arroyo-Toledo.
Tað hevur gingið væl higartil. Signhild Joensen svam seg við tíðini 2:16.29 í 200 metrar rygg aftur undir kravtíðina til Evropameistarastevnuna á langgeil í summar. Hon er víðari til finaluna við triðbestu tíð av øllum. Rókur Trygvason setti persónligt met í 50 metra bringusvimjing.
Svomið verður fram til sunnudagin.