Pernille Aalund: Føroyskar kvinnur óalmindiliga sterkar

- Tað er ikki ein flokkur av nalvapilkandi kvinnum tú hittir í Føroyum, men kvinnur við sterkum persónligheitum, segði superkvinnan Pernille Aalund á Hvonn leygarkvøldið Pernille Aalund vitjar í hesum døgum í Føroyum, og leygarkvøldið var ein almennur fyrilestur á Hvonn, har yvir 300 kvinnur vóru savnaðar. Pernille greiddi frá, hvussu tú kann venda undirskotið til yvirskot, og hvussu tú skal sleppa av við gerandis grenj og suff og síggja heimin við positivum eygum.

- Eg haldi, at føroyskar kvinnur eru óalmindiliga sterkar og hava sterkar persónligheitir. Tað er ikki ein bólkur av nalvapilkandi veikum kvinnum tú hittir, tá tú ferðast í Føroyum, sigur hon

 

Ongar reglar í lítlum samfeløgum

Eftir fyrilesturin stóðu tíggjutals kvinnur klárar at hitta Pernillu Aalund.

- Nógvar kvinnur spurdu ein sera vanligan spurning, nevniliga hvussu tær skulu gera alt sum tær hava hug til, og samstundis fáa gerandisdagin at hanga saman. Har er tað týdningarmikið at prioritera rætt. Kanska lata verða við at vaska so nógv, ella lata verða við at leggja pyntupúturnar rætt fleiri ferðir um dagin og so framvegis, sigur hon.

Pernille hevur mangan vitja í Føroyum, og hon kennir væl til føroyska samfelagið sum heild.

- Tað er ótrúliga týdningarmikið í einum so lítlum samfelagið, at lata verða við at hava reglar fyri hvussu tú skal verða og hvussu eitt gott lív skal verða. Tað er serstakliga í lítlum samfeløgum, at nøkur mørk stinga seg upp, og fólk, ið fara út um mørkini verða illa móttikin, og tað mugu tit sleppa tykkum av við. Tað finst ikki ein uppskrift uppá eitt perfekt lív. Tað er upp til hvønn einstakan, sigur hon.

 

 

Les meira í Sosialinum í dag