FÓTBÓLTUR
Heldur ikki hesaferð skuldi tað eydnast GÍ at vinna í Sarpugerði. Beinleiðis úrslitið av hesum er, at teir nú liggja triðaftast í deildini, tí bæði Skála og KÍ vunnu sínar dystir. Hetta er á ongan hátt nøktandi hjá GÍ, og gøtumenn kunnu heldur ikki vera nøgdir við, at teirra lið einans hevur fingið eitt stig burtur úr trimum teimum seinastu dystunum.
Javnur fyrri hálvleikur
Tað sá annars ikki so galið út hjá GÍ, eftir at fyrra umfar móti B36 var farið aftur um bak í gjár. Tá var framvegis talan um ein opnan dyst har einki var avgjørt. Tað hevði leikað javnt á. Bæði liðini høvdu verið rættiliga málsøkjandi, og høvdu bæði Jóhan Dávur Højgaard, Sámal Joensen og Jonreid Dalheim gyltar málmøguleikar, men royndir teirra fingu ongantíð meskarnar aftanfyri Jákup Mikkelsen at blaktra.
B36 hevði eisini onkrar fínar møguleikar, har kanska serliga Heini í Skorini iðrar seg nógv um, at hann ikki skoraði, tá hann gjørdist púra leysur.
Trý perlumál
Seinni byrjaði eins og fyrri við jøvnum spæli. Trupult var at síggja, hvønn veg dysturin skuldi koppa, tí eingin tóktist at vilja seta seg á dystin. Men so var tað, at brasilumaðurin hjá B36, Alex dos Santos, legði ein av sínum góðu bóltum innfyri til Berg Midjord, sum endaði ógvuliga vælspælda álopið við at skjóta bóltin í netið.
Skotið hjá Bergi í málið var eitt satt skot fyri bógvin hjá GÍ. Tað tóktist sum um, at alt liðið misti ondina av hesum og komu teir ongantíð fyri seg aftur.
Hetta gjørdi tað munandi lættari hjá B36 at spæla seg ígjøgnum, og høvdu teir fleiri góð álop eftir hetta, har tvey vóru umsett til mál.
Fyrst økti Fróði Benjaminsen, tá 20 minuttir vóru eftir at spæla. Sterki toftamaðurin stóð við handaru stong, har hann hálvavegna liggjandi fluktaði innlegg frá Sylla í netið. Eitt einfalt og ótrúliga vælspælt álop, sum byrjaði við eini langari sending frá Alex dos Santos til Sylla, sum setti ein leikara av og rak fram móti baklinjuni, áðrenn hann fann Fróða Benjaminsen. Eitt serstakliga flott mál frá B36!
B36 gavst tó ikki við hesum, og triðja seinasta málið fall stutt fyri leiklok. Aftur hesaferð rann Sylla seg leysan fram til baklinjuna, har hann legði bóltin beint í pannuna á Bergi Midjord við aftaru stong, og hann stútaði trygt bóltin í netið.
Hvør sína gongd
3-0 er ein ruddiligur sigur, og avrikið í seinna hálvleiki undirbyggir væl og virðiliga, at úrslitið var fult og heilt uppiborið. Tað hevði helst sæð eitt sindur øðrvísi út, um GÍ skoraði upp á onkran av sínum kjansum í fyrra hálvleiki, men tað gjørdu teir ikki, so beiski veruleikin gjørdist tann, at B36 slapp aftur til høvuðsstaðin trý stig og trý mál ríkari. Hugaligt er eisini hjá teimum at staðfesta, at álopspartinum ikki bilti nakað í gjár, samstundis sum verjan helt tætt fyri fjórðu ferð í ár.
Hjá GÍ er støðan yvirhøvur ikki góð. Har sær tað rættiliga svart út eftirhondini. Gaman í, liðið hevur savnað saman átta stig, men veruleikin er, at einasta veruliga góða úrslit teirra í ár er sigurin á HB í Gundadali. Hini fimm stigini eru komin eftir tepran sigur móti VB/Sumba, og javnleik móti uppflytarunum AB og B71.