Perlukonsertirnar halda fram

Konsertirnar í Perluni í Havn fríggjakvøld halda fram, og hesaferð er Frostfelt við Líggjasi Olsen og Rebekka Petersen á skránni.

Hugnalig konsert verður í Perluni fríggjakvøldið, har Líggjas Olsen (Frostfelt) framførir einsamallur á klaver. Eisini kemur Rebekka Petersen at framføra nøkur løg. Rebekka er í løtuni í holt við eina fløguútgávu, sum kemur út fyrst í næsta ár. 

Rólant kemur at gera ljóð og koyra chill tónleik á tá, steðgur, siga fyrireikararnir.

 

Hetta er ein liður í um at seta sama dám á aftur konsertmentanina í Havn, so sum virksemið var, tá Jazzfelagið regluliga skipaði fyri í gomlu Perluni, sum stóð í Vágsbotni.