Perlan Sandoyggin

Sólvit Simonsen
-------

Táið politikkarar og aðrir tosa um Sandoynna, so verður hon ofta skírd »Perlan Sandoyggin«, tað er so satt sum tað verður sagt!
Sum ferðavinnuoyggj er hon einastandandi, her er víst ein heil bygd at grava í frá Víkingaøldini, slíkt sum hevur sera stóran áhuga fyri ferðandi. Í kirkjugarðinum var so nógv áhugavert, at myndugleikarnir steðgaðu fyri at grava meira, og lovaðu nýggjan garð; men har vísir seg so slett ongin áhugi.
Her í oynni var eitt knúsiverk til skerv, og tað gekk væl, men hvat? So mátti tað takast niður og flytast av oynni.
Skattadeildin hevði eina deild í Skopun, henni var heldur ikki pláss fyri, og eisini flutt av oynni.
Sjúkrakassin somuleiðis fluttur.
Listaskúlin somuleiðis klárur at fara undir at byggja á einum sera vøkrum stað, men nei......
Heilsutrygd bleiv lovað at seta niður í Sandoynni; men tað bleiv bara broytt við einum pennastroki og lagt í hinum endanum á landinum.
Landsstýrismaðurin stóð so erpin á skerminum og segði, at man mátti koma við hugskotum sjálvur, har eru vit púra samdir. Men harra John Johannesen, eg hevði mett, at tað almenna kann skapa karmar, sum tað verður gjørt víða um landið. Annars haldi eg eisini, at táið tað liggur so væl fyri at flyta øll hesi arbeiðspláss av oynni, so mátti tað borið til at skapt karmar ella flutt okkurt arbeiðspláss aftur í Sandoynna.
Nú til seinast var tað deild bankans, sum skal flytast um fjørðin, onkur uppsagdur og onnur fáa arbeiði í Havn. Tá ið tað ber til at sita við teldu í Havn og avgreiða Sandoynna, so mátti tað borið til at siti í Sandoynni og avgreitt norðureftir.
Annars minnist eg tað næstseinastu Sandoyarstevnu, har núverandi bankastjóri helt røðu, sum var so góð, at man stóð og ristist av samhuga, her sær man meiningina.

N.B 1400 Sandoyingar vóru sera spentir fyri at fáa fast samband ímillum Sandoynna og Streymoynna. Har kundu vit verið kappingarførir við allar Føroyar. Hetta bleiv samtykt av Løgtinginum.
Hvussu var og er støðan hjá landsstýrismanninum?
Annars er Saltsølan í Havn í ferð við at flyta inn á Skálafjørðin, er tað ikki vert at varðveita byggningin? Hann kundi verið góður hjá harmonikuliðinum at havt til brúks....