Tað vóru týðandi stig upp á spæl bæði í dystinum um silvurkrónurnar og um yvirliving í Premier League, tá ið Manchester United í kvøld var á vitjan hjá Crystal Palace á Selhurst Park í London.
Heimaliðið loypti hvøkk gestirnar við at leggja seg á odda longu eftir 10 minuttum, tá ið eitt skot hjá Andros Townsend umvegis Victor Lindelöf endaði í málinum til 1-0 til Crystal Palace.
Heimaáskoðararnir fingu meira at fegnast um tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik, tá ið Patrick van Aanholt økti til 2-0, men minni enn tíggju minuttir seinni minkaði Chris Smalling um munin til 2-1.
Manchester United mátti fram á vøllin, og eitt korter fyri leiklok javnaði Romelu Lukaku til 2-2. Tað líktist einum javnleiki, men í yvirtíðini gjørdist Nemanja Matic sigursharri og tryggjaði United 3-2-sigur við einum frálíkum langskoti.
Tey trý stigini komu væl við hjá Manchester United, sum aftur tekur 2. plássið frá Liverpool í Premier League. Teir eru tvey stig frammanfyri Liverpool, men heili 16 stig aftanfyri oddaliðið, Manchester City.