Perlan fær skap

Nýggja Perlan, sum Tórshavnar kommuna letur byggja millum Reinsaríið og Miðlahúsið, fær í hesum døgum skap Í gjár og í dag hevur ein yvirvaksin krani staðið millum Reinsaríið og Miðlahúsið. Hann hevur hivað elementini til nýggju Perluna upp á pláss.

Arbeiðið gongur skjótt og væl, og ætlanin er, at bygningurin skal standa innilokaður til ólavsøku.

Perlan er ætlað at verða eitt nýtt spælistað í Havnini.

Umvælingarnar til at fáa gamla Reinsaríið í skikkiligan stand eru so mikið dýrar, at býráðið hevur valt at bíða nakað við teimum. Í staðin verður so nýggja Perlan bygd, og hon skal so nýsa konsertum og øðrum mentanarligum tiltøkum í býnum.

Tað hevur í mong ár verið tosað um Tórsgøtu sum eina mentanargøtu, og byggingin av Perluni er enn ein liður í at menna hesa ætlan.

Tá byggingin er liðug er so klárt at fara undir at gera eitt torg millumReinsaríið, Perluna og Miðlahúsið, men tað verður kortini neyvan gjørt í ár. Bogi Andreasen hevur áður sagt fyri Sosialinum, at peningurin, sum er játtaður til Perluna, røkkur bert til sjálva byggingina, og tí verða fyribils keypt ljóðteppi at hanga upp.

Byggingin er nakað seinkað. Upprunaliga ætlanin var, at alt skuldi verða liðugt til ólavsøku, men arbeiðið kom eitt sindur seint í gongd, og tí er øll verkætlanin skotin út ein mánað.