Perlan aftur á breddan

Hildið verður fram við tiltøkum fríggjakvøld í Perluni, sum Jazzfelagið og Tutl standa á odda fyri.

30 ár eru liðin síðani gamla Perlan hvarv úr býarmyndini í Havn. Harvið hvarv virknasta spælistaðið hjá tónleikarum í býnum, tí Jazzfelagið skipaði javnan fyri tiltøkum har við føroyskum og útlendskum tónleikarum.

 

 

Jazzfelagið fer nú undir aftur tiltøk – hesaferð í nýggju Perluni í Tórsgøtu, bert nøkur fótafet haðani gamla Perlan stóð.

 

 

Annað tiltak í røðini fríggjakvøld verður í annaðkvøld, har tónleikarar fara á pall um 21 tíðina. Hildið verður so á eftir konsertskránni, og oftast er jamsession síðst á skránni.

 

 

Ovast á skránni í annaðkvøld er bólkurin Kvonn.

 

 

Kvonn er fólkatónleikabólkur, ið spælir siðbundnan fólkatónleik, eins og tónleik, ið limir í bólkinum hava skrivað. Eisini verður leitað søguliga aftureftir og tá t.d. kemur navnið Jens Chr. Svabo fram.

Ein bólkur, ið – hóast siðbundin – fevnir víða innan fólkatónleikin.

 

 

Ívar Bærentsen, Kristian Blak og Sharon Weiss eru limir í Kvonn og eru umframt eisini fastir limir í Spælimonnunum – ein fólktónleikabólkur frá 1977, ið hevur altjóða dám og limaskap, og sum síðani byrjanina í 1977 hevur ferðast í Europa, USA, Japan og Australia.

 

 

Michael Blak og Angelika Nielsen hava síðani blaðung verið við í hópinum, tá Spælimenninir hava verið á palli. Og seinnu árini hava tey so verið partur av Kvonn.

 

 

Kvonn gav fløguútgávu úit í 2007.

 

 

Fríggjakvøldið 27/9 fer Kvonn á pall í Perluni í Tórsgøtu, milllum Miðlahúsið og Reinsaríið. Tiltøkini í Perluni eru samstarv millum Jazzfelagið, Sirkus og Tutl, og ætlanin er at halda fram nøkur fríggjakvøld í heyst, alt eftir hvussu undirtøkan verður.