UMMÆLI
<st1:PersonName$?$end$!$</st1:PersonName$?$end$!$ <BR>I wanna be Darth Vader sungu Nephew, 200 og nógvar ferðir 200 fleiri á Gøtusandi.
Trúgvi heldur, at tey flestu kundu hugsað sær at vera Simon Kvamm. Hann er bara eitt nummar for feitur, um vit kunnu loyva okkum at siga soleiðis. Valdur til besta sangara, lekrasta og stuttligasta mann í Danmark og nú eisini heimsins feitasti kvarti føroyingur. Tað fær illa verið betri. Hann nærkaðist av álvara tí fullkomna. Helst tann sterkasti forsangarin, vit hava sæð og hoyrt í Føroyum. Og so var bólkurin óluksáliga góður eisini.
Meini so við, maðurin steðgar leingi í Føroyum, hann ger sjálvur klárt á pallinum, takkar persónum við navni og teir spæla ófatiliga væl. Jú, hetta er mestur tað mest positiva ummæli, tit fara at lesa leingi. Tað hevði frøtt mítt ónda hjarta, at spilt framførsluna út, men tað vildi verið ein deyðsynd.
Frá fyrstu løtu var tað feitt. Fólk vóru klár við svørðum og twix. Annleggið var um at bresta. Við ekkó og einum ljóði í serflokki byrjaði alt við eitt brak. Hetta var nakað serligt. Sjálvt tey vanligu føroysku suck-up orðini vóru nakað størri og meira enn vanligt. Teir fyrstu sangirnar kendu fólk ikki, men tað var meistarliga væl spælt. Tekur eina løtu at venja seg við ljóði, men øll sum ein kundu hugsað sær at átt ein systur- ella bróðurson á pallinum.
Tað larmaði, íldi og osaði av nøkrum stórum frá byrjan til enda. Sangirnir vóru so at siga allir av USADSB fløguni, undantikið Byens hotel hjá Kim Larsen, sum bólkurin hevur innspælt í sambandi við ein serútgáva. Tað løgna var, at tað vóru í roynd og veru ikki teir mest upplagdu sangirnir, Movie Klip, Superliga osfr., sum fólk bíðaðu eftir og vildu syngja við til. Danin vann á svianum á Gøtusandi. Tað var tungt, rokkut og spælt við dirvi. At kalla Toda Jónsson bíttan framman fyri túsundavís av føroyingum krevur dirvi. Men tað gjørdi Nephew uttan víðari, og fólk byrjaðu spakuliga at fanga heimin aftan fyri tekstirnar hjá Nephew.
Nephew var bara tað allarbesta leygarkvøldið. Tað var UG! og alt hatta har.
Jú, har vóru ymsir feilir. Intensiteturin av pallinum hevði ógvuliga skiftandi ávirkan á stóru áhoyrarafjøldini. Tað skyldast uttan iva eisini, at fólk ikki eru so von við at ganga til tílíkar konsertir. Fjøldin gjørdist køld til tíðir, men tað tekur einki frá heildarmetingini.
Tað kundi illa verið betri eitt ljóst leygarkvøld á Gøtusandi.