Perestroika er enn komandi

? Í dag verður kjakast um, hvørt perestroika var neyðugt ella ikki. Ein meiningakanning, gjørd í 1995, meðan meginparturin av landinum enn var í armóð vísti, at næstan helvtin av fólkinum helt, at Perestroika var rætta leiðin at ganga. Havandi fíggjarligu trongstøðuna hjá fólkinum í huga vísti úrslitið, at fólkið tók undir við broytingunum, segði Mikhail Gorbatjov í fyrilestri, sum Bartal Nolsøe Poulsen var til í seinastu viku á Harvard

Ikki er altíð so lætt at sannføra meg sjálvan um, at lesnaður so langt heimanífrá er tað rætta; men so eru løtur, har allur ivi hvørvur sum døgg fyri sól. Ein av hesum løtunum var næstseinasta mánadag, tá ið eg í beiska heystveðrinum, ið hevur lagt seg sum ein doyvandi megi yvir býin, hevði leitað mær stutta teinin niðan á Harvard at lurta eftir hugleiðingum hjá Mikhail Gorbatjov, seinasta leiðaranum av einaferð so máttmikla Sovjetsamveldinum.
Eini 2.000 fólk ætlaðu sær at nýta henda amerikanska frídagin á sama hátt sum eg, so trongligt var frammanfyri gamla og glæsiliga fyrilestrasalinum Sanders Theatre, sum áður hevur hýst so navnframum røðarum sum Winston Churchill, Theodore Roosevelt og Martin Luther King.
"Tað var hugaligt at síggja, hvussu nógv fólk høvdu áhuga í at hoyra meg røða," var eitt tað fyrsta Gorbatjov segði, tá ið hann byrjaði fyrilesturin. "Køirnar uttanfyri atgongumerkjasøluna mintu meg á eina nú farna tíð: tað var næstan sum at vera aftur í gamla Sovjetsamveldinum og síggja alt fólkið, ið biðaði eftir at sleppa at keypa eina fløsku av vodka."
Av tí at undirtøkan var so stór, avgjørdu fyrireikararnir at taka tveir aðrar salir í nýtslu eisini, so rúm skuldi vera fyri øllum. So varð fyrilesturin sendur beinleiðis á stórskíggja til hinar salirnar.
Undir heitinum "Looking back on Perestroika" helt Gorbatjov ein fyrilestur, ið legði áherðslu á, at Perestroika ikki hoyrir fortíðini til. Hann segði, at hann helt, at umskipanin, sum førdi við sær avmarkaða einskiljing av sovjettiska búskapinum, var væleydnað, hóast fíggjarligu trupulleikarnar, ið Russland mátti dragast við í 1980?unum og 90?unum. Fyrilesturin varð hildin á russiskum, men takkað verið beinleiðis tulking bar til hjá okkum, ið (enn) ikki eru so kring í russiskum, at fáa meginpartin við.
"Bergmálið av bygnaðarbroytingunum, ið gjørdu enda á fyrrverandi Sovjetsamveldinum rungar enn í Russlandi og hinum fyrrverandi sovjettisku lýðveldunum," segði Mikhail Gorbatjov, ið sat við valdinum í Sovjetsamveldinum frá 1985 til tjóðin, ið hann stóð á odda fyri, fór í upploysn í 1991.
Ekkóini hoyrast enn í dag, hóast øll mistøkini, ið vóru framd í gongdini, segði Gorbatjov millum annað í røðu sínari. Hann segði, at mistøk vóru framd bæði innan- og uttanfyri U.S.S.R.
Tá ið hann aftaná fyrilesturin svaraði spurningum segði hann, at eitt av mistøkunum, hann hevði gjørt var, at hann ikki hevði syrgt fyri, at økta peningarenslið frá lutvíst miðspjadda búskapinum førdi við sær støðugari marknað.
"Fólk tykjast at døma samfelagið eftir, hvat fæst í handlunum," segði hann. "Úrslitið varð, at fólk vóru í iva, tey spurdu um Gorbatjov nú var tann besti leiðarin."
Fyrrverandi leiðarin segði, at av innlendis mistøkunum, ið gjørd vóru, var m.a. tann feilurin gjørdur, at U.S.S.R. átti at havt umskipað viðurskiftini við limalondini nógv fyrr, og havt øðrvísi búskaparligar raðfestingar. Gorbatjov segði, at í baksýni mátti staðfestast, at hernaðarligu útreiðslurnar vóru lutfalsliga alt ov stórar í mun til tann pening, ið varð nýttur til at fáa skil á heimabúskapinum. "Saman høvdu tílíkar broytingar lætt um truplu politisku og fíggjarligu broytingina, ið møtti tjóðini aftaná upploysnina."
Gorbatjov fanst eisini at altjóða samfelagnum fyri mistøkini, ið vóru framd í royndunum at hjálpa landinum við at miðspjaða búskapin undir leiðslu Jeltsins. "Uttanfyri Sovjetsamveldið vóru leiðararnir í vesturheiminum ov seinir til at taka til sín broytingarnar hjá samveldinum," segði Gorbatjov. Og tá ið Sovjetsamveldið at enda fór í upploysn, vóru búskaparligu umskipanirnar, ið Gorbatjov kallaði "sjokkterapi" alt ov harðar, og førdu tær nógvar russar í fátækraloysi. Skipanirnar, ið eftirmaður hansara Boris Jeltsin setti í verk í Russlandi, og sum førdi landið nærri einum marknaðarbúskapi, vóru "alt ov víðgongdar," segði hann.
Hóast alt hetta helt Gorbatjov, at perestroika var væleydnað. "Í dag verður kjakast aftur og fram um, hvørt perestroika var neyðugt ella ikki," segði hann. Ein meiningakanning, gjørd í 1995, meðan meginparturin av landinum enn var í armóð vísti, at næstan helvtin av fólkinum helt, at Perestroika var rætta leiðin at ganga. Havandi fíggjarligu trongstøðuna hjá fólkinum í huga helt Gorbatjov, at úrslitið vísti, at fólkið tók undir við broytingunum. Líknandi kanning, ið tók støði í politisku broytingunum, skiftinum til fleirflokkaskipan, eins og í broytingum innan hugburðin mótvegis mentan og persóns- og trúarfrælsi vísti, at millum 60 og 70 % stuðlaðu teimum umskipanunum.
"Eg haldi, at hetta er ein álitisváttan, og úrslitini eru grundarlag fyri vón um, at tá ið vit hava lært at nýta hesi tøl, ið Perestroika hevur givið okkum, fer tað at bera til at byggja eitt frælst og demokratiskt Russland," segði fyrrverandi forsetin. "Russiska fólkið vil búgva í hesum framtíðar Russlandi. Einki fær vent gongdini nú, so sæð í hesum ljósinum er Perestroika eydnast til fulnar."
Gorbatjov nýtti ein part av fyrilestrinum til at vísa aftur atfinningum um, at broytingarnar í Sovjetsamveldinum gingu ov seint. Hann greiddi frá, at tey, ið funnust at honum og hildu, at búskaparligu broytingarnar hendu ov seint ikki høvdu í huga teir trupulleikar, ið stóðust av at fremja munagóðar broytingar í tronga og torskilta bygnaðinum í flokkinum og samfelagnum.
"Eg varð ákærdur fyri ikki at vera nóg støðufastur, men eg var vísur í, at tað mátti taka tíð at fáa so víttfevnandi broytingar at røkka fólkinum," helt hann fyri. "Arbeiddi eg ov seint? Tað kann væl vera, men landið megnaði eftir mínum tykki ikki at skifta skjótari." Gorbatjov segði, at í einum so stórum og fjøltáttaðum samveldi sum fyrrverandi USSR bar ikki til at vænta sær broytingar eftir einari nátt. "Um tú krevur ov víðfevndar broytingar ov skjótt, kann tað fáa álvarsamar avleiðingar," segði Gorbatjov.
"Fjølmiðlarnir vildu vera við, at eg fór at víkja fyri konservativu kreftunum." Hann gav teim mongu vónríku millum áhoyrararnar, ið hann ein dag væntaði fara at teljast millum heimsins leiðarar, tey ráðini, at ikki ber til at taka allan kritikk til sín. "Tað er ógjørligt at vera øllum til vildar. Lurtið eftir umheiminum, vendið ikki deyva oyrað til, men missið ikki málið úr eygsjón, latið tykkum ikki doyva," segði Gorbatjov, sum í 1990 fekk Friðarheiðursløn Nobels.
Mikhail Gorbatjov hevði eisini nakrar viðmerkingar til gongdina í heiminum í dag. Hann helt, at heimsins leiðarar eiga at leggja størri dent á "grundleggjandi menniskjalig virði" sum hann málbær seg.
Hann segði eisini, at "eingin tjóð eigur at royna at stýra heiminum úr einum stað" og segði, at møguligu loysnirnar uppá spentu støðuna millum USA og Irak eru tvinnar: at nýta "hernaðarmegi" ella "altjóða rættarskipanina," og hann duldi ikki fyri, at eftir hansara tykki var seinna valið einasti haldgóði møguleiki.
"Eg taki fult undir við samtyktini hjá Trygdarráðnum," legði hann aftrat, vísandi til samtyktina viðvíkjandi vápnaeftirliti í Irak, ið varð einmælt samtykt fyri stuttum.
Svarandi uppá ein spurning um 3-ára langa stríðið millum Russland og kekensku uppreistrarrørsluna segði Gorbatjov, at "um eg var forseti í mínum landi, var hetta stríðið ikki byrjað av fyrstan tíð."
Hann segði, at hann helt, at Kekenia átti at verið "eitt lýðveldi í Russlandi, við serligum sjálvstýri."
Hvørja ávirkan hevur Perestroika so havt á Russland, Europa, og allan heimin sum heild? Gorbatjov endurgav kinverska forsetan Jiang Zemin, ið á almennari vitjan í Fraklandi varð spurdur um, hvørja ávirkan hann helt franska kollveltingin hevði havt á heimin: "tað er alt ov tíðliga at siga nakað um tað enn." "Vit fara at finna úrslitið av Perestroika einaferð í framtíðini. Broytingar eru settar í verk, nú er bara at lata tíðina ganga sína gongd," helt Gorbatjov.
Gorbatjov varð boðin vælkomin av forsetanum hjá Harvard, Lawrence H. Summers. Summers segði, at broytingarnar, ið Gorbatjov hevði sett í verk, høvdu við sær broytingar runt allan heimin. Hann segði, at í dag kenna næmingarnir ikki til dagarnar undir Kalda Krígnum, tá ið hernaðarligar venjingar vóru eins vanligar og brunavenjingar. "Heimssøgan myndaði Gorbatjov, og Gorbatjov hevur myndað heimssøguna," segði Summers.
"Broytingarnar, ið byrjaðu við Perestroika, eru ikki komnar á mál enn," var niðurstøðan hjá Gorbatjov. "Eitt nýtt ættarlið av russiskum ungdómi veksur upp og fær eina útbúgving í einum politiskt og búskaparligt frælsari Russlandi. Tann ungdómur fer at halda á við broytingum, tá ið tey búnast og taka við valdinum."
"Fólk spyrja meg í dag, um Perestroika hevur eina framtíð, ella um tað er farið í søguna. Eg haldi, at Perestroika er enn komandi," segði 71 ára gamli Gorbatjov at enda. "Tá ið eg legði frá mær søgdu fólk, at tíðin hjá Gorbatjov er runnin. Eg svaraði, og svari enn tann dag í dag, at tíðin hjá Gorbatjov er júst byrjað."