Pereiro fekk gulu troyggjuna

, Oscar Pereiro, fekk mánadagin handað tí gulu troyggjuna frá Tour de France síðsta ár, sum eitt prógv um, at hann er rætti vinnarin av kappingini.

Floyd Landir, sum vann kappingini í fjør, bleiv beint eftir Tour de France, tikin fyri doping, og fyri nøkrum vikum síðani bleiv hann dømdur tvey ára leikbann frá allari súkkling. Tí bleiv tað Pereiro, sum annars endaði nummar tvey, sum bleiv heiðraður sum vinnari av Tour de France 2006.