Peran lýsur eftir 70 árum á havbotninum

Hon stóð í stýrhúsinum á einum týskum hernaðarflogfari, sum hevur ligið við havsins botn í 70 ár - og kortini lýsir hon!

 

Myndin er klipt úr einum filmsbroti, sum NRK hevur lagt út á sína heimasíðu.

Tað vóru mong við eldhuga fyri gomlum flogførum, ið gjørdust rættiliga ovfarin, tá tað vísti seg, at ein pera, sum stóð í stýrhúsinum á einum týskum vatnflogfari, lýsti, tá eitt battarí á 9 volt varð sett til hana.

 

Talan er um peru úr einum týskum hernaðarflogfari, sum hevur ligið við havsins botn í 70 ár. Eingin hevði trúð, at peran kundi lýsa, tá streymur varð settur til hana, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.

 

- Hetta var rættiliga óvæntað. Peran sá út til at vera heil, men fóturin var leysur. Peran varð reinsað og fest í fótin aftur - og so lýsti hon, tá streymur varð settur til hana, sigur Egil Endresen, leiðari á Flyhistorisk Museum í Sola í Noregi.

 

Tað er norska kringvarpið - NRK - ið hevur skrivað grein um hesa sjáldsomu peru, sum hevur gjørt mong so púrasta ovfarin.

 

Egil Endresen heldur, at peran er framleidd í Týsklandi í umleið 1930. Hendingin hevur eisini gjørt serfrøðingin í orku-og vinnulívssøgu , Lars Thue, ovfarnan.

 

- Hetta er jú fantastiskt og ógvuliga stuttligt, og hetta er heilt serstakt, sigur serfrøðingurin.

 

Tað var hin 26. desember í 1942, at eitt týskt bumbuflogfar av slagnum Heinkel 115 skuldi lenda á sjónum nærindis Stavanger. Men, undir lendingini brotnaði festið til annað flotið, og flogfarið koppaði og sakk.

 

##med2##

 

Flogfarið hevði eitt veingjaspenni á 22 metrar, og tað var ikki fyrr enn í 2005, at flogfarið varð funnið við sonarútgerð í fjørðinum. 

 

Í 2012 varð flogfarið tikið upp av havsins botni av eldhugaðum í gomlum flogførum. Síðan varð tað tikið sundur og lagt í feskt vatn. Nú er arbeiðið í gongd við at seta flogfarið saman aftur á Flyhistorisk Museum í Sola.

 

Siegfried Hernes er fyrrverandi flogskipari, og hann er ein av teimum, sum arbeiðir við at endurbyggja gamla týska flogfarið. Eisini hann heldur tað vera heilt ótrúligt, at peran framvegis er heil og kann lýsa.

 

Myndin er klipt úr einum filmsbroti, sum NRK hevur lagt út á sína heimasíðu.

Soleiðis sá eitt bumbuflogfar av slagnum Heinkel 115 út.