X-Factor er helst mest kent fyri dómaran Blachman, sum altíð er góður fyri nøkur undirhaldandi orð í hvørjari sending.
Men í samrøðu á dr.dk kemur fram, at táverandi chefredaktørur á DR1 vildi ikki hoyra talan um, at Thomas Blachman skuldi vera viðdómari í sendingini. Tí tá var hann eisini dómari í aðrari talent kapping, og Ulla Pors Nielsen helt, at hansara typa var sæð fyrr.
- Eg bardist nógv í móti, at Blachman skuldi vera við í sendingini. Tí eg helt, at man hevði sæð tað fyrr, sigur Ulla Pors NIelsen, táverandi chedredaktørur, við dr.dk.
Í 2007, tá ið X-Factor byrjaði av fyrstan tíð, var tað Blu, produktiónsfelagið hjá Per Zachariassen og Henrik Hancke, sum framleiddi sendingina. Og føroyingurin slóð fast, at uttan Blachman vildi hann ikki verða við.
- Tey blivu við at siga nei í DR, og so avtalaðu vit ein seinasta fund um evnið. Eg var ikki við, men eg segði við Henrik, at kemur tú aftur uttan Blachman, tími eg ikki at gera hesa sendingina, sigur Per Zachariassen við dr.dk.