Per Martin: Real Madrid vinnur 2-0

(Rás2) Hoyr eina samrøðu við Per Martin Gregersen um Champions League og aktuellu støðuna hjá Vìkingi

Í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin í dag var prátað við Per Martin Gregersen, sum er hollur Víkinga-fjeppari og Real Madrid-fjeppari.

 

Um Champions League finaluna í annaðkvøld klokkan 19.45 í Kiev í Ukraina millum Liverpool og Real Madrid væntar Per Martin Gregersen, at drúgvu finalu-royndirnar hjá Real Madrid fara at muna, og væntar Per Martin, at Real Madrid vinnur 2-0 har Sergio Ramos og Cristiano Ronaldo skora málini.

 

Í samrøðuna var aktuela venjarauppsøgnin hjá Víkingi eisini umrødd.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Per Martin Gregersen sum væntandi fer at síggja Champions League finaluna saman við pápanum og beiggjanum.