Liðið hjá Per Kallsberg er nú á einum greiðum fyrsta plássi í landskappingini í bridge.
Liðið hjá Per Kallsberg, sum umframt hann, eru Balle, Jóannes Mourtisen og Egil Sondum og liðið hjá Boga Simonsen, sum eisini telur Arna Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jens Midjord, Jákup Hjaltalin og Hans Jacob Petersen, hava nú um vikuskiftið spælt oddadyst.
Liðini lógu at kala jøvn í stigum, men hendan dystin vann liðið hjá Per Kallsberg so sannførandi, sum 22-8 og liggur nú á einum greiðum fyrsta plássi.
Liðið hjá Boga Simonsen eru føroyameistarar, so nú tykist rættuligur spenningur at verða komin í.
Liðini longri niðri í 1. deild kunnu knappliga fáa avgerandi týdnng, um tey taka stig frá teimum báðum fremstu liðunum.
Í 2. deild liggur liðið hjá Onnu Olsen, sum eisini eru Eva Berg, Jógvan Juel og Jóna Grunnveit, á odda. Liðini hjá Halli Ellingsgaaard og Óla Holm vóru ikki við í 1. umfari, men fingu ávikavist 41 og 4 stig í 3. og 4 dysti.
Tey bæði liðni hava avtalað at spæla sín innanhýsis dyst í Vági nú í vetur.