Per Høyer Hansen farin

Fríggjadagin andaðist ein best umtókti og mest avhildni ítróttaskrivarin í Danmark. Per Høyer Hansen gjørdist 59 ár

Tað er kanska ikki so vanligt, at eini deyðsboð um ein útlendskan blaðmann verða borin so ofta í føroysku loftmiðlunum, sum tey vórðu fríggjadagin, tá deyðsboðini bórust um Per Høyer Hansen.

Lat tað eisini verða sagt beinanvegin, at Per Høyer Hansen heldur ikki var nakar vanligur blaðmaður.


Eisini fyri føroyingar

Hann man hava verið ein hin best umtókti ítróttaskrivarin í danskari blaðsøgu, og ikki minst munnu ítróttaáhugaðir føroyingar kenna skriving hansara frá Tipsblaðnum, har hann í mong ár var fastur skrivari til m.a. landsdystir og aðrar stórar fótbóltshendingar. Aloftast beinrakin í skriving sínari. Ofta við einum farra av provokatión, men ongantíð provokerandi uttan orsøk.

Frá einum føroyskum sjónarhornið er eisini áhugavert, at Per Høyer Hansen fram um aðrar var tann, sum gjørdi danir varugar við føroyska fótbóltslandsliðið. Ikki altíð fall hetta í góða jørð, sum ta ferðina hann sammettið føroyska landsliðið við eitt danskt 3. deildarlið. Nakað sum eisini fekk øði í onkran føroyskan ítróttaskrivara. Til stuttleikar kann eisini nevnast her, at hann, eftir at hava sæð føroyska landsliðið ta einu ferðina segði, at ein ávísur Todi Jónsson ivaleyst kundi gera seg galdandi uttanlands, og enn í dag er Tipsblaðið einasti danski miðilin, sum skrivar Jónsson og ikki Jönsson. Sama við Jákup Mikkelsen, sum aðra staðni verður nevndur Jákub. Hetta bert sum dømi um, hvussu væl hann aloftast setti seg inn í tað, sum hann tókst við.


Høgt virdur

Per Høyer Hansen var útbúgvin cand,jur og journalist, og varð 1963 settur í starv hjá Ritzau. Frá 1967 til 1978 starvaðist hann hjá Information, har hann tókst við uttanríkispolitikk og ítrótt, og síðani hetta hevur hann verið fastur fúsur hjá Tipsblaðnum.

Umframt at vera væl lýddur millum fótbóltsáhugað, so hevur skriving hansara eisini vakt ans í aðrar mátar. Hann er higartil einasti ítróttaskrivari, sum hevur fingið donsku publicist.-virðislønina, og har umframt hevur hann eisini fingið gylta pennin, sum á hvørjum ári verður latin einum ítróttaskrivara. Eisini kann nevnast, at hann ígjøgnum nógv ár var danska umboðið, tá besti fótbóltsleikarin í Europa skuldi kjósast. Eitt val, sum verður fyriskipað av France Football, og har ein ítróttaskrivari úr hvørjum landi sleppur at atkvøða.

Afturat blaðskrivingini hevur hann eisini givið út fleiri bøkur. Teirra millum ein við hugleiðingum um mest minnisríku dystirnir, sum hann í 24 ára longu yrkisleiðini innan fótbóltsskriving hevur sæð. Eisini her eiga Føroyar sítt pláss, tí millum seks HM- og fimm EM-endaspæl, hevur hann eisini funnið pláss til hin 12. september í 1990.

Umframt at hava skrivað um landsdystir og annan altjóða fótbólt, eru eisini mong av teirri fatan, at tað hevur verið Per Høyer Hansen, sum hevur ført pennin hjá heldur ótraditionella pensionistinum, Tavse Tipper Thomsen, sum hvørja viku eigur sín teig í Tipsblaðnum. Hetta hevur áður verið avsannað av blaðstjóranum á blaðnum, men nú fæst helst at vita, um hetta er so ella ikki.

Thomsen ella ikki, so er púra vist, at tað verður saknur í serstaka pennahaldinum hjá Per Høyer Hansen. Eisini her á landi.