Per gjørdi um seg

Stormurin Per gjørdi stóran skaða í Noregi og Svøríki um vikuskiftið.

Ringast var í Svøríki, har illveðrið kravdi trý mannalív. Í Motala doyði ein níggju ára gamal drongur, tá hann fekk eitt træ oman yvir seg, og í Jönköping doyði ein 60 ára gamal maður, tá eitt træ datt oman yvir bil hansara. Í Malmö doyði ein maður av einari vanlukku niðri í smábátahavnini.

Har vesturi í Svøríki fóru nógv trø um koll í vindinum, og el- og telefonleiðingar fóru eisini. Tokferðslan var nógv seinkað, tí trø vóru dottin niður á jarnbreytina, og fleiri ferjur sigldu ikki.

Í Vesturnoregi var veðrið eisini ringt, og í Bergen hava tey ikki havt so nógvan vind tey seinastu 13 árini. Eitt skip og fleiri stuttleikabátar sukku, trø vórðu rykt upp við rót, og fleiri hús og størri bygningar fingu skaða.

Illveðrið gjørdi eisini um seg í Danmark. Eisini har brotnaðu nógv trø í vindinum, og fleiri ferjur avlýstu siglingina. Við Limfjørðin var so stór flóð, at sjógvurin floymdi inn yvir láglendið, so fleiri summarhús stóðu undir í sjógvi. Sambært tryggingarfeløgunum gjørdi vindurin hinvegin ikki stóran skaða.