Fortune Magasin hevur nú almannakunggjørt listan yvir tær kvinur í heiminum, sum hava størsta valdið. Ovast á hesum listanum er indverska Indra Nooyi, sum er spildurnýggj á top-50 listanum. Indra varð í august púra óvæntað vald sum stjóra í Pepsi, og stendur hon soleiðis á odda fyri eini fyritøku, við einum marknaðarvirði á 631 mia kr. Næstu kvinnurnar á listanum er Anne Mulcahy (Xerox) og Meg Witman (eBay). Listin ber dám av, at tað nú eru kvinnur í leiðandi vinnustørvum, sum toppa listan.










