Portugisiski verjuleikarin hjá Real Madrid, Pepe, er ikki júst best umtókti fótbóltsleikarin eftir at hann hevur verið við í nógvum klandurstøðum á fótbóltsvøllinum. Hann hevur somuleiðis fingið eina rúgvu av bæði gulum og reyðum kortum og drúgv leikbann.
Men Guds børn batna, verður sagt, og í ár hevur Pepe verið nógv skikkiligari á vøllinum. Nú kappingarárið í sponsku La Liga er um at vera hálvrunnið, hevur Pepe ikki fingið eitt einasta kort – hvørki gult ella reytt.
Herfyri vakti tað eisini ans, at Pepe var í sonnum gávuhýri og lat neyðstøddum eina góða gávu. Hann vildi tryggja sær, at eingin í grannalagi hansara situr svangur um jólini.
Í hesum sambandi lat hann fátøkum íbúgvum í Las Rozas-býarpartinum tilsamans níggu tons av mati. Hann var sjálvur við til at býta matin út til tær umleið 200 familjurnar, ið tóku ímóti hjálpini.