Hann hevur ført Manchester City til trý meistaraheiti seinastu fýra árini. Hann hevur ført Manchester City til fýra Liga Cup sigrar á rað, og leygarkvøldið kann hann saman við City vinna Champions League kappingina.
Ikki so óvæntað hava limirnir í enska venjarafelagnum valt Pep Guardiola til at vera ársins venjara, ið má staðfestast at vera so ruddiliga uppiborið.
Manchester City vann Premier League við 86 stigum, 12 stigum frammanfyri Manchester United og 17 stig frammanfyri meistararnar í fjør, Liverpool.
Pep Guardiola er longu ein legenda í søguna hjá Manchester City, og vinnur hann teimum fyrsta Champions League sigurin verður hann størsta venjara-legendan í søguni hjá Manchester City.