Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttur, innanduraarkitektur, var sett á uppgávuna at fríðka um lítla hjúnakamarið í Vestmanna.
- Nógv fólk búgva trongt, og tá er serliga umráðandi at gagnnýta plássið sum best, sigur hon, og staðfestir, at skal heimið vera hugnaligt og pent, er neyðugt, at vit innrætta okkum meira praktiskt.
- Annars liggur alt bara og sløðist, ofta í einum horni ella bunka í køkinum, sigur Gunnbjørg.
Ljósari og størri
Fyri at fáa rúmið at taka seg størri og ljósari út málaði hon alt í einum ljósum liti, og tapetseraði endaveggin við ljósum mynstruttum tapeti.
- Av tí, at endaveggurin var málaður í einum kontrastliti, og loftslistarnir eisini brutu frá, tóktist kamarið minni enn tað í veruleikanum er, sigur hon.
Fyri at fáa meira goymslupláss, setti hon tríggjar skógvaeskjur og eitt plakatrør, sum hon hevur papetserað og sett navnaspjaldur á, yvir í hornið.
- Í skógvaeskjunum ber til at goyma slíkt, sum bara liggur á einum tilvildarligum stað og óruddar, og í plakatrørinum verður gávupappír goymt.
Tilsamans hevur Gunnbjørg brúkt einar 4.000 krónur uppá rúmið, við máling og tapet. Av nýggjum kunnu nevnast seingarteppi, pútur, kurvar og persiennur frá Profa, og vekkara, knakar og blaðkurv frá Thomas Dam.
Fakta: Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir er innanduraarkitektur, og ráðgevur stovnum og privatkundum kring alt landið. Ráðgeving í einar tveir tímar kostar út ímóti 1000 krónum. Gunnbjørg er at treffa á tel. 258543.
Myndatekstir:
1.
Hóast kamarið bert er 7 fermetrar, tekur tað seg nógv størri út nú tað er ljósari. Tær tríggjar rundu myndirnar á endavegginum eru arvagóðs. Persiennur geva meira luft til lítla kamarið.
2.
Gamli fruktkassin stóð uppi á loftinum hjá abbanum, sum átti handil fyrr. Ein rundstokkur varð kutaður sundur til bein og ein málað hvít pláta er lok. Seymiskrínið er arvagóðs.
3.
Plássið í horninum er útnyttað til fulnar. Hárting liggja í lítlu skuffuni í svarta skápinum, sum var í húsinum frammanundan. Myndirnar hanga í lodrættari røð, so rúmið sýnast hægri.
4.
Kassarnir, sum eisini eru tapetseraðir, eru goymsla fyri smáting, sum annars liggja og sløðast ymsa staðni í húsinum. Í plakatrørinum er gávupappír.
5.
Í aðrari kurvini eru hosurnar hjá manninum, og í hinari hárturkari og tílíkt. Inni í horninum er pláss fyri skóm, so teir ikki standa í vegin. Kommodan hevur fingið nýggj greb.
6.
Plássið í gamla kamarinum var illa gagnnýtt, og litirnir góvu eina óruddiliga heild.
- Har eru ymisk sløg av hillum, haldarum og plastkurvum, og laksaliturin er bara yt! Samanumtikið er kamarið bæði trist og ófunktionelt, sigur Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttur, innanduraarkitektur.










