Pensónistafelagið: Øll sambýli skulu steingjast

Vit gevast ikki fyrrenn øll sambýlini eru stongd, sigur Landsfelagið hjá pensjónistunum

 

- Øll sambýlini kring landið skulu steingjast.

Tað heldur landsfelagið hjá pensjonistunum.

 

Finnur Johansen er nevndarlimur í Landsfelag Pensjónistanna og á fólkafundinum í Klaksvík í gjár staðfesti hann, at Landsfelagið roynir at sannføra politisku flokkarnar um at steingja øll sambýlini í landinum.

 

Samstundis skulu ikki fleiri sambýli byggjast.

 

- Tað er okkara politikkur í landsfelagnum hjá pensjónistunum og vit gevast ikki,

fyrrenn øll sambýlini eru stongd.

 

Finnur Johansen sigur, at gera vit tað, spara vit 150 milliónir krónur um árið, sum síðani kunnu brúkast til heimahjálp og annað.

 

Finnur Johansen sigur, at hugtøkini ellisheim og sambýli skulu avtakast.

Samstundis skulu røktarheim byggjast til tey, sum ikki klára seg sjálvi, men sum krevja røkt.

 

Umframt at vera nevndarlimur í Landsfelag Pensjónistafelagnum, er hann eisini formaður í pensjónistafelagnum í Havn.

 

Hann er greiður yvir, at hetta gerst ikki eftir stuttari tíð. Orsøkin til tað er, at í veruleikanum hava vit ov fá røktarheimspláss og samstundis er heimahjálpin niðurpínd.

 

Avleiðingin av tí er, at nógvir røktarkrevjandi fólk búgva á sambýli.

 

- Tann, sum hevur fingið búpláss, kann ikki koyrast út, sigur Finnur Johansen.

 

Hann sigur, at eldraøkið skal leggjast undir kommunurnar, tí tá ið tær merkja, hvussu dýr sambýlini eru, skulu tær nokk finna útav at steingja tey og brúka orkuna upp á at byggja tey neyðugu røktarheimini ístaðin.