Pensjónsbólkurin liðugur í mai

Í tveir dagar hava umboð fyri politisku flokkarnar og landsstýrisfólk veriða fundi um nýskipan av pensjónum

Tað er landsstýriskvinnan við almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin, sum stendur á odda fyri at gera eina nýskipan av pensjónunum.

 

Hon kallaði umboð fyri allar flokkar til fundar í Vágum í gjár og í dag.

 

Ætlanin er hereftir at hava ein fund um vikuna, so pensjónsbólkurin kann vera liðugur við sítt arbeiðið í hálvum mai. Tá kann endaligt uppskot so gerast, sum kann sendast til hoyrignar hjá øllum pørtum.

 

Á fundinum í Vágum vóru serfrøðingar inni og greiddu frá, vhat skal til fyri at tryggja haldføri í búskapinum um eini 20 ár. Eisini var greitt frá tí arbeiðnum, sum er gjørt seinastu mongu árini, so tey nýggju tingfólkini fingu vitan um hetta.