Í morgun hittast umboð úr øllum flokkum, umframt uttanflokkatingkvinnurnar, á Hotel Vágum, har landsstýriskvinnurnar í fíggjarmálum og almannamálum, ávikavist Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen, hava sett politiskum flokkunum stevnu.
Á skránni er arbeiðið at gera ein pensjónsnýskipan, og er bólkurin, ið er savnaður, tann nógv umtalaði pensjónsbólkurin.
Tvey umboð fyri allar politiskar flokkar eru bjóðaði við á fundin, ið byrjar klokkan níggju í morgun. Fyrsta dagin eru fyrilestrar á skránni frá embætisfólkum og búskaparfrøðingum um viðkomandi evnir.
Seinnapartin er so ætlanin at orða ein arbeiðssetning, áðrenn lagt verður upp til politiskt kjak.
Dagurin endar klokkan 19, tá borðreitt verður við døgurða, og síðani hava politikararnir fingið møguleikan at sova náttina á hotellinum, tí hósdagin heldur fundurin fram. Talan verður tó um ein stuttan dag, tí ætlanin er longu at enda á middegi.

Pensjónsbólkurin fer til verka





