Norska løgreglan tók hósnáttina ein 70 ára gamlan mann, sum hevði næstan eitt kilo av kokaini uppi á sær.
Maðurin er ættaður úr Sveits. Hann var farin haðani til Svøríkis og var á veg við bussi um norska markið, tá hann bleiv tikin. Tað vísti seg, at hann hevði fjalt næstan eitt kiilo av kokaini í skónum og ymsastaðni á kroppinum. Tveir aðrir menn, sum fylgdust við tí 70 ára gamla, vórðu eisini tiknir.
Ein talskvinna hjá norska tollvaldinum rósti í gjár tollarunum, sum komu fram á kokainið. Í fyrra lagi er tað ikki vanligt, at 70 ára gomul fólk verða tikin fyri at smugla rúsevni, og í øðrum lagi hevði maðurin fjalt tað væl.