Dagtilhaldið í Gøtubrá í Norðragøtu skipar fyri útferð til Tvøroyrar næsta sunndag hin 8. september.
- Farið verður við bussi úr Leirvík klokkan 9.15, úr Norðragøtu klokkan 9.25 og úr Syðrugøtu klokkan 9.30. Ætlanin er at eta ein góðan døgurða á Seglloftinum og síðan at vitja uppisjóvarvirki Varðin Pelagic.
Eysturkommuna sigur, at tiltakið er ókeypis, og allir pensiónistar eru vælkomnir við.
Neyvari kunning um útferðina hjá eysturbúgvum, sum tey rópa seg, er á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.










