Føroyskir pensjónistar vilja nú eisini hava burtur av pengunum, sum hvørt ár koma aftur til Føroya av tí, føroyingar spæla fyri hjá Danske Spil.
Landsfelag Pensjónista hevur nú vent sær til løgtingið við eini áheitan um at fáa eitt sindur burtur av veddingapengunum.
Sum støðan er nú, fáa pensjónistarnar ikki burtur av, og ætlanin er heldur ikki, at teir skulu fáa nakað burtur av.
Men nú ger landsfelagið eina seinastu roynd at fáa tinglimir at broyta meining. Tey, sum ætlanin er, skulu fáa burturav pengunum, eru hjá ÍSF, Føroya ungdómráð, Mentamálaráðið og MBF.
- Landsfelag Pensjónista og lokalu pensjónistafeløgini arbeiða støðugt fyri at bøta um trivnaðin hjá teimum eldru í samfelagnum. - Men tey fáa lut í avlopinum hjá Sp/F ítróttavedding.
Landsfelagið hjá pensjónistunum vísir á, at í Danmark fáa pensjónistafeløgini burtur av. Tí vil felagið hava løgtingið at broyta lógina, so at føroysku pensjónistafeløgini eisini fáa burtur av veddingarpengunum, til almannagagnlig endamál.
Landsfelag Pensónista mælir til, at pensjónistarnir fáa fimm prosent av av pengunum. Í fjør fingu føroyingar tilsamans 10 milliónir burtur av veddingarpengunum og sostatt hevði parturin hjá pensjónistunum verið ein hálv millión krónur.
|