Pensjónistar streyma til tiltak í Sørvági

Hetta er fyrstu ferð, at eitt pensjónistatiltak verður partur av Sørvágs Country-og Bluesfestivali.

Í samband við Sørvágs Country-og Bluesfestival, sum verður næsta vikuskiftið, skipar Kunningarstovan í Vágum fyri einum stórum pensjónistatiltaki í Dansistovuni í Sørvági hóskvøldið 12. juni.

 

Á tiltakinum, sum byrjar klokkan 18, verður borðrreitt við smyrjibreyði, eins og borðrreitt verður við te, kaffi og onkrum søtum afturvið.

 

Hetta verður eitt hugnaligt kvøld við felagssangi, har Tummas Heri Thomassen fer at spæla á harmoniku, og við í fyriskipanini av felagssanginum verður eisini Remi Hansen.

 

Anne Sophie Nordendal, kunningarleiðari í Vágum, sigur, at Torkil Haraldsen fer at lesa um Læars og Annelenu, og Jørgen Niclasen og Jákup á Stongum fara eisini saman við øðrum at spæla og syngja nakrar sangir.

 

Tað verður Jørgen Niclasen, sum fer at leiða pensjónistakvøldið í Sørvági.

 

Anne Sofie Nordendal sigur, at undirtøkan fyri tiltakinum hevur verið so góð, at tiltakið longu er fullteknað. Tað eru stívliga 100 pensjónistar sum hava teknað seg.

 

- Hetta er fyrstu ferð, at eitt slíkt tiltak verður partur av Sørvágs Country-og Bluesfestivali, og eg eri ómetaliga fegin um, at áhugin hevur verið so stórur, sigur kunningarleiðarin.