Pensjónistar fáa 2000 kr. minni um mánaðin

Í Føroyum er at kalla ongin áeggjan til at spara saman til sína egn eftirløn

Avleiðingin av, at samgongan hevur samtykt at pensjónir nú skulu skattast við inngjald, er, at ein miðal pensjónistur fær 2.000 krónur minni at liva fyri, tá pensjónin verður útgoldin.

 

Tað staðfestir Almenna Fakfelagssamstarvið, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Kristinu Háfoss, tingkvinnu, um at broyta pensjónsskipana aftur.

 

Kristina Háfoss vil hava Løgtingið at samtykkja at fara aftur til gomlu skipanina, har pensjónin varð skattað sum vanlig inntøka, tá ið hon varð útgoldin.

 

Almenna falfekagssamstarvið, eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

 

Nú verða 40 prosent goldin í skatti av pensjónini, tá ið hon verðu goldin inn og tað merkir, at ein miðal pensjónistur hevur 2.000 krónur minni at liva fyri, tá pensjónin verður útgoldin, staðfestir Fakfelagssamstarvið.

 

Fakfelagssamstarvið sigur eisini, at øktir umsitingarkostnaður hjá pensjónsgrunnunum av forskattingini, økir eisini um hendan munin.

 

Samstarvið staðfestir eisini, at tá ið pensjónir verða skattaðar við inngjald, fara skattainntøkurar í framtíðini ikki at fylgja við útreiðslunum.

 

- Tað allar týdningarmesta við einhvørjari pensjónsuppsparing er at ein áeggjan til at spara saman til eftirløn, er til staðar.

 

- Er tað rætt at noyða fólk at spara upp samstundis, sum treytirnar fyri at spara upp, verða gjørdar munandi verri, spyr Fakfelagssamstarvið.


Samstarvið sigur, at verður pensjónin skattað við útgjald, kann tað gera, at tað slepst undan at hækka  pensjónsaldurin.

 

Orsøkin til tað er, at tá fara skattainntøkurnar, ið vaksa við eldrabyrðuni, at fylgja við øktu útreiðslunum til heilsu- og ellisveitingar.

 

- Forskattingin tálmar einum stórum nýtslubólki, pensjónistunum, soleiðis, at hatta darvar einum framtíðar búskaparvøkstri.

 

Tað fer eisini at darva møguleikanum hjá pensjónsgrunnum at gera íløgur í føroyska samfelagið við pensjónspengum, sigur Almenna Fakfelagssamstarvið.