Í góðveðrinum sunnudagin var Pensjónistafelagið í Sjóvar sókn ein avbera góðan túr vesturi í Vágum.
- Her vóru tey eitt nú í kirkju í Sandavági, har Inga Poulsen prædikaði.
Eftir hetta varð farið til Bíggjar, har Helga Nordendahl tók ímóti í Pakkhúsinum.
- Hon og maðurin høvdu borðreitt við frálíka góðum mati.
Túrurin hjá Pensjónistafelagnum í Sjóvar sókn endaði á Krígssavninum., har Karl Jóhan Nielsen greiddi frá.
- Serliga áhugaverd var frásøgnin um sorgarleikin, tá Tór 2 varð torpederaður.
Hetta siga tey í Sjóvar kommunu - www.sjovar.fo - í dag, har fleiri myndir av útferðini eru at síggja.









