Kristina Háfoss hevur alt samgonguskeiðið tosað ímóti forskattingini av pensjónum, sum sitandi samgonga innførdi fyri góðum tveimum árum síðani. Ikki minst tí hon sigur, at hetta er partur av fíggingini fyri framtíðar vælferðarsamfelagið.
Hartil eru eisini aðrar broytingar, sum Kristina Háfoss ynskir í skattaskipanini. Við at trýsta á pílin undir myndini kanst tú hoyra tað, sum Kristina Háfoss segði í samrøðu við Rás2 í dag.