Við 19 atkvøðum ímóti 12 vóru málini um pensjónsnýskipan samtykt á tingfundi í kvøld.
Umframt samgonguna tóku Sjálvstýri og Magni Laksafoss eisini undir pensjónsnýskipanini.
Kristin Michelsen var ikki á løgtingsfundi í kvøld, men hann clearaði við Bill Justinussen. Tí vóru bara 31 tingfólk, sum greiddu atkvøðu.
Tað merkir í veruleikanum, at pensjónsnýskipanin varð samtykt við 20 atkvøðum, sum eru tríggjar fleiri, enn neyðugt hevði verið.
Talan var um aðru viðgerð, so málið skal fyri Løgtingið enn einaferð. Men tá tað er samtykt við aðru við gerð við so greiðum meiriluta, so verður tað eisini samtykt við triðju viðgerð.